Innanlands

Næstan 39 prosent hava fingið fyrru koppsetingina

Nú eru yvir 32.000 koppsetingar gjørdar í Føroyum – 38,9 prosent av fólkinum hava fingið fyrru koppsetingina, og 22,1 prosent eru liðugt koppsett

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-29 12:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 32.341 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 20.670 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 11.761 hava fingið ta seinnu.

Tað svarar til, at 38,9 prosent av fólkatalinum hava fingið fyrru koppsetingina, og at 22,1 prosent hava fingið seinnu koppsetingina, og eru tey sostatt liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Í gjár vórðu 605 fólk koppsett. 49 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 556 fólk fingu seinnu koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder