2021-02-16 13:02
Hetlendingar eru komnir væl longri enn føroyingar at koppseta. Shetnews skrivar í dag, at talið av hetlendingum, sum hava fingið fyrsta prikið, nú er komið upp um 7.000. Tað skrivar Shetland News.
Í morgun kundi Gary Robertson frá hetlendska heilsustovninum, NHS, staðfesta, at talið av koppsettum nú svarar til 37,6 prosent av fólkinum í Hetlandi.
Hann upplýsti eisini, at ferðin á koppsetingini nú fer at minkað nakað í sambandi við, at alt fleiri skulu hava tað seinna prikið.
Talið av føroyingum, sum hava fingið fyrra prikið liggur í løtuni nakað oman fyri 4.000, svarandi til 7,8 prosent av fólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald