
Farna vikuskifti var ovastevna úti í Nólsoy, og sum heild gekk rættuliga væl at skipa samferðsluna til og úr Nólsoy, skrivar Strandferðslan í tíðindaskrivi.
– Serliga nógv ferðafólk vóru við Ternuni frá tíðliga leygardag fyrrapart, til Ternan aftur hevði ein stuttan steðg í siglingini sunnumorgunin.
Sambart hagtølum hjá Strandferðsluni vóru 7.931 ferðaseðlar seldir frá fríggjadegnum 11. august til og við sunnudagin 13. august.
– Verður hugt at sertúrunum - Ovastevnutúrar - ið vóru settir inn frá leygarmorgun kl. 8:00 til sunnumorgun kl. 6:30, var ferðafólkatalið á hesum túrum tilsamans 6922. Hetta sama tíðarskeiðið sigldi Ternan í alt 21 dupulttúrar (42 einkulttúrar), í mun til vanliga at sigla 5 dupultúrar ávíkavist leygardag og sunnudag.
Tølini hjá Strandferðsluni eru einvegis ferðaseðlar, so umroknað til ferðaseðil aftur og fram pr. ferðafólk kann sigast, at umleið 3.966 ferðafólk vóru við Ternuni fríggjadag til sunnudag, íroknað tey umleið 3.461 ferðafólkini, ið kunnu umroknast til at hava siglt báðar vegir á serstøku Ovastevnutúrunum, skrivar Strandferðslan.
Í juli vóru 11.906 einvegis ferðandi á Nólsoyarleiðini, svarandi til í miðal 384 einvegis ferðandi um dagin, ella í miðal 32 einvegis ferðandi á teimum 368 túrunum í juli, leggur Strandferðslan afturat.
Les eisini: Nógv fólk á ovastevnu – men stak friðarligt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald