Uttanlands

Næstan 5.000 vórðu koppsett í Danmark fyrsta dagin

Komandi tíðina koma næstan 48.000 nýggir skamtir til Danmarkar um dagin - teir fyrstu koma væntandi til Føroya seinni í vikuni

Teir fyrstu røktarheimsíbúgvarnir í Danmark vórðu koppsettir í gjáramorgunin

Teir fyrstu røktarheimsíbúgvarnir í Danmark vórðu koppsettir í gjáramorgunin

2020-12-28 17:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

4.788 persónar í Danmark fingu í gjár og fram til tíðliga í morgun ta fyrstu av tveimum skamtun av koronavaksinu.

Hetta svarar til 0,08 prosent av fólkinum, vísir ein uppgerð frá Statens Serum Institut.

Í fyrstu sending av koppsetingarheilivági frá Pfizer og BioNTech, sum kom til Danmarkar leygarmorgunin, vóru 9.750 skamtir. Hesir vórðu síðan býttir út í tær fimm regiónirnar í Danmark, og teir fyrstu íbúgvarnir á røktarheimum vórðu prikaðir sunnumorgunin.

Eisini ein partur av røktarstarvsfólkunum fingu bjóðað at verða koppsett.

Uppgerðin frá Statens Seruminstitut vísir, at flestu vaksinurnar vórðu givnar til fólk í aldursbólkinum 80 til 89 ár. Men fólk í øllum aldursbólkum vórðu koppsett, eisini nøkur í aldursbólkinum 10 til 19 ár, skrivar Ritzau.

Fremst í bíðirøðini í Danmark standa tey eldru, tey kronisk sjúku og starvsfólk í heilsuverkinum.

Í morgun kom nýggj veiting av koppsetingarevni til Danmarkar, og komandi vikurnar fara at koma upp móti 48.000 skamtir um dagin, skrivar Ritzau.

Føroysku heilsumyndugleikarnir valdu at bíða eitt sindur við teimum fyrstu skamtunum til Føroyar. Føroyar fáa ein ávísan part av teimum skamtunum, ið verða tillutaðir Danmark, undir eitt prosent.

Fyrstu skamtirnir til Føroya koma væntandi seinni í hesi vikuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder