
Í gjár boðaði Heilsumálaráðið frá, at børn millum fimm og ellivu ár nú hava møguleiki fyri at koppseta seg - hetta eftir tilmæli frá danska heilsumyndugleikanum, Sundhedsstyrelsen.
- Støðugt fleiri børn á okkara leiðum, eisini í Føroyum, verða smittað við COVID-19. Hóast tey sjáldan gerast álvarsliga sjúk av koronu, er vandi fyri, at tey verða hart rakt av sosialt avmarkandi inntrivum at steðga smittuútbreiðsluni, verða tey ikki koppsett.
Í eina tíð hevur verið møguleiki hjá 12-15 gomlum at verða koppsett og næstan tveir triðingar - 64 prosent - hava fingið tvey prik og 73 prosent eru koppsett. Hesi tølini komu fram í greinini í gjár.
Heimasíðan korona.fo skrivar, at í gjár, týsdagin 14. desember, vórðu samanlagt 547 fólk koppsett fyri koronu. 16 fólk fingu fyrra prikið, 55 fingu prik nummar tvey og 476 fólk fingu triðja prikið.
Hetta merkir, at nú hava 41.317 fólk fingið fyrru koppsetingina (92,3 prosent), 40.219 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. 9.254 fólk hava fingið trý prik. Yvir ein fimtapartur av íbúgvunum yvir tólv ár eru nú koppsett tríggjar ferðir.
Tilsamans 90.790 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald