
Seinastu dagarnar eru serliga fólk, sum eru 80 ár og eldri koppsett í Føroyum, og í gjár fingu 308 fólk fyrsta prikið.
Samanlagt vórðu 319 koppsetingar gjørdar í gjár, og nú nærkast talið av koronukoppsetingum í Føroyum 11.000.
Heimasíðan corona.fo skrivar, at tilsamans eru nú 10.770 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 6.641 hava fingið fyrru koppsetingina. 4.129 hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett. Hetta seinna talið svarar til 7,8 prosent av fólkatalinum.
Koppsett verður ikki á páskum, og tað er tí, at bíðað verður eftir koppingarevni. Sambært corona.fo verður nú ein steðgur í koppsetingini til eftir páskir, tá meira koppingarevni kemur til landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald