Innanlands

Næstan fimti hvør føroyingur trýr ikki at korona er álvarslig farsótt

Tað vísir nýggj kanning sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Dag og viku

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-01-14 22:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Knøpp 18 prosent halda ikki, at korona er ein so álvarslig hóttan, sum myndugleikar og miðlar siga. Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Dag og viku í dag.

17,8 prosent svara nei, meðan 82,2 prosent svara ja til spurningin. Altso næstan fimti hvør føroyingur heldur ikki, at korona er so álvarsligt, sum tað verður gjørt til.

Og tað eru eisini fleiri føroyingar, sum ikki halda, at tíðindini frá stórum miðlum um korona eru eftirfarandi.

Spurd um tey halda, at tíðindini frá stóru miðlunum eru eftirfarandi, tá tað snýr seg um korona farsóttina, svara 16,6 prosent nei. 64,6 prosent svara ja, meðan 18,8 prosent ikki siga seg vita.

placeholder
placeholder