Innanlands

Næstan hundrað nýggir tilburðir

Fyribilstølini í dag siga, at 98 tilburðir eru staðfestir eftir kanningarnar í gjár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-12-07 13:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Almennu tølini eru ikki komin út enn, men Lars Fodgaard Møller, landslækni, upplýsir fyri útvarpinum, at 98 tilburðir eru staðfestir seinasta samdøgrið.

Hetta er væl meira enn vikurnar, tá talið hevur ligið millum 30 og 70 tilburðir.

Enn hevur landslæknastovnurin ikki verið í samband við øll 98.

3.027 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið, og positivprosentið er 3,24.

Landslæknin upplýsir at tilburðirnir eru um alt landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder