2021-03-07 10:49

Fríggjadagin vórðu 363 koppsetingar gjørdar. Í øllum førum var talan um seinnu koppsetingina.
Nøkur búfólk á ellis- og røktarheimum í Norðoyggjum vórðu eisini koppsett leygardagin, og nú verður stuttur steðgur í koppsetingini, skrivar corona.fo.
Fleiri enn 7.900 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum, og nú hava átta prosent av fólkinum fingið fyrru koppsetingina, meðan 6,9 prosent eru liðugt koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald