Meðan vit í Føroyum upplivdu ein óvanliga kaldan mars mánað, var fyri allan heimin sum heild talan um tann næstheitasta mars mánaðin, sum nakrantíð er máldur, skrivar evropeiska veðurlagstænastan Copernicus sambært TV2.
Fyri allan heimin var talan um ein miðalhita á 0,51 stig heitari enn vanligt fyri tíðarskeiðið 1991-2020, ið er umleið sami miðalhiti sum í mars 2017, 2019 og 2020.
Tað er bert mars 2016 sum var heitari enn mars í ár.
Sambært Copernicus var miðalhitin í Suður- og Miðevropa heitari enn miðal í mars, meðan tað var kaldari í meginpartinum av Norðurevropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald