Uttanlands

Næsti Nato-aðalskrivarin verður Mark Rutte

Niðurlendski forsætisráðharrin hevur nú undirtøku frá øllum limalondunum

Mark Rutte hevur leingi verið favorittur at gerast Nato-aðalskrivari eftir Stoltenberg (Mynd: EPA)

Mark Rutte hevur leingi verið favorittur at gerast Nato-aðalskrivari eftir Stoltenberg (Mynd: EPA)

2024-06-20 15:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður niðurlendski forsætisráðharrin Mark Rutte, sum í heyst fer at avloysa Jens Stoltenberg sum Nato-aðalskrivara.

Rumenski forsetin, Klaus Iohannis, sum eisini fór eftir at yvirtaka leiðsluna í verjusamgonguni, hevur í dag boðað frá, at hann tekur seg úr valstríðnum, og at Rumenia nú stuðlar Mark Rutte, sum harvið hevur undirtøku frá øllum 32 limalondum, skriva fleiri miðlar, m.a. Politico.

Mark Rutte hevur leingi verið favorittur at yvirtaka leiðsluna eftir Stoltenberg, og á tíðindafundi í Washington D.C. týsdagin segði fráfarandi Nato-aðalskrivarin eisini, at Rutte var "eitt sera sterkt valevni".

Stoltenberg hevur verið Nato-aðalskrivari síðan 2014, og hann fer frá 2. oktober aftaná tíggju ár í sessinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder