Næsti toppfundurin millum amerikanska forsetan, Donald Trump og Norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un verður í vietnamesiska høvuðsstaðnum, Hanoi.
Hesum boðar Trump frá á Twitter.
Eftir ætlan verður fundurin 27. og 28. februar.
- Umboðsfólk míni eru júst farin úr Norðurkorea eftir ein rættiliga góðan fund, og eru tey vorðin samd um tíð og stað, skrivaði Trump millum annað.
Tað er umboð hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum, sum hevur verið í Pyongyang fyri at fáa eina avtalu í lag um næsta fundin millum Trump og Kim Jong-un.
Donald Trump og Kim Jong-un hittust fyri fyrstu ferð í Singapore í juni 2018. Tá samdust teir báðir um at arbeiða fyri eina fullfíggjaða avdubbing av koreansku hálvoynni.
Trump sigur, sambært DR, at hann gleðir seg at hitta Kim Jong-un aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald