(Upptøka: Frá útbrotinum í Geldingadali í fjør)
- Vit eru farin inn í eina eldgos-árstíð. Spenningur er í allari Reykjanes-hálvoynni. Um eitt útbrot verður við Fagradalsfjall, Eldvørp ella Krýsuvík er ómøguligt at siga, men tað er heilt sikkurt, at tað fer at goysa á Reykjanesi, sigur gosfjallafrøðingur Ármann Höskuldsson, í samrøðu við heimasíðuna hjá Morgunblaðnum.
Tey næstu 100 til 200 árini fer tað at vera ófriðarligt á Reykjanesi, og serfrøðingurin metir, at tað í hesari tíðini fara at vera millum 10 og 20 eldgos við jøvnum millumbili.
Ristingarnar eru tekin uppá, at vit koma út úr 700 til 800 tíðarskeiðinum, har spenningurin hevur verið bygdur upp. Nú er tíð at sleppa spenninginum.
- Tá fer Jørðin í hetta skifti við jøvnum jarðsjálvtum og regluligum eldgosum næstu 100 til 200 árini, sigur hann.
Ármann Höskuldsson sigur við Morgunblaðið, at tað er ilt at siga um tað fer at goysa í dag ella í september.
- Í løtuni bendir so ikki á, at tað verður innan teir næstu dagarnar, men tað kann broytast uppá eina lítla løtu, sigur Ármann Höskuldsson.
Nógvir jarðsjálvtar hava verið seinastu dagarnar. Tann harðasti var í gjárkvøldið, tá ein jarðsjálvti varð máldur til 5,4 á richter-stiganum. Eingin fólkastaði stóðst av sjálvtanum, men serliga í býnum Grindavík, tríggjar kilometrar frá jarðsjálvtanum, merktiskt tað væl.
Les eisini: Harðasti jarðsjálvtin í hesum umfarinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald