Næstu revsitiltøkini, sum ES fer at seta í gildi móti Russlandi fara í høvuðsheitum at raka russiskar bankar og russiska oljuídnaðin.
Talan verður eitt nú um Sberbank, sum umfatar 37 prosent av russiska bankageiranum, sigur Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, við týska blaðið Bild am Sonntag.
Higartil hava revsitiltøkini hjá ES ikki umfatað Sberbank og Gazprombank, tí hesir eru avgerandi fyri, at ES kann gjalda fyri russiska olju og gass, sum ES framhaldandi hevur gjørt higartil, hóast kríggj hevur verið í Ukraina.
Ursula von der Leyen sigur, at ES arbeiðir við tiltøkum, sum skulu gera tað møguligt at seta revsitiltøk í verk móti russiska oljuídnaðinum.
– Tað, sum ikki má henda er, at Putin (russiski forsetin, red.), fær uppaftur hægri prísir á øðrum marknaðum fyri vørur, sum ES annars hevði fingið, sigur hon.
– Tí tað, sum hevur hægstu raðfesting, er at minka um inntøkuna hjá Putin.
Hóast ES enn ikki hevur sett tiltøk í verk móti Sberbank, hevur stjórin í bankanum kortini fingið forboð móti at ferðast inn í ES. Sambært Ritzau hevur ES sett slík revsitiltøk í verk móti nærum 900 persónum, síðan kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald