2022-01-04 16:25
Ferðslan kring alt landið hevur í dag verið ávirkað av nógva kavanum, sum hevur lagt seg. Løgreglan og Tórshavnar kommuna ráddu í morgun fólki frá at fara nakran veg.
Og støðan er framvegis tann sama. Boðað verður frá, at koyrilíkindini í høvuðsstaðnum nú eru nakað frægari, men tað eru bert høvuðsvegirnir har bussarnir koyra, sum eru ruddaðir.
Kommunan sigur, at tey sum ikki hava tørv á at fara við bili, eiga at lata hann standa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald