2024-02-25 11:28
Á middegi í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at nakinmyndir av einari kvinnu vórðu deildar á netinum.
Onkur hevur stovnað eina falska vangamynd á sosialu miðlunum og deilt myndirnar harfrá, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
– Málið verður kannað nærri, og vit minna enn einaferð á, at tað ikki er loyvt at deila slíkt uttan samtykki, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald