Innanlands

Nakrar fráboðanir um stormskaðar

Allar fráboðanirnar komu úr høvuðsstaðarøkinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-09-15 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvur vindur hevur veriðí gjárkvøldið og í nátt, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini fingið nakrar fráboðanir um stormskaðar.

Fráboðanirnar koma allar úr høvuðsstaðarøkinum.

Ein trampolin og nakað av leysum byggitilfari fór í vindinum, og tá ein skuldi fara úr einum parkeraðum bili, misti viðkomandi hurðina í vindinum, so hon rakti ein annan bil.

Eisini er líkt til, at veðrið hevur ávirkað streymveitingina, tí boðað varð eisini frá, at onkrar elektroniskar hurðar vóru farnar upp, og tað er nakað, sum kann henda, tá ólag hevur verið á streymveitingini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder