
Samferðslan lá meira ella minni lamin ein part av degnum í gjár, orsakað av kava og serliga vindi, og Bygdaleiðir koyrdu als ikki í gjár.
Í dag hevur verið koyrt og siglt sum vanligt, men á trimum leiðum eru nakrar seinkingar.
Strandferðslan upplýsir á heimasíðu sínari, at orsakað av ringum koyrilíkindum kann roknast við seinkingum á leið 101 í dag, mikudag 5. Januar. Talan er um leiðina millum Tórshavn og Gomlurætt.
Hálka órógvar á leiðunum Tórshavn - Vestmanna (leið 100) og Tórshavn - Airport - Sørvágur (leið 300), upplýsir SSL eisini.
Í gjár boðaði Strandferðslan frá, at orsakað av ringu veðurforsøgnini fyri í morgin, hósdagin 6. januar, er møguleiki fyri broytingum í samferðsluni aftur. Sagt verður millum annað frá nógvum vindi fyrrapartin og seinnapartin í morgin.
Sí veðrið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald