Ein arbeiðsbólkur hevur í dag handað Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu eitt tilmæli um, hvussu tey halda, at lønar- og eftirlønarskipanin hjá tingfólkum eigur at síggja út í framtíðini.
Størstu broytingarnar eru í stuttum, at lønin hækkar úr 34. Lønarflokki upp í 36. lønarflokk eftir tænastumannastiganum, men samstundis verður tænastumannaeftirlønin avtikin og løgd um til eina vanliga 15 prosent eftirlønarskipan, eins og skattafría mánaðarliga kostnaðarískoytið á 2.000 kr. verður strikað.
Munurin á lønarflokki 34 og lønarflokki 36 er, sambært yvirliti á Fíggjarmálaráðnum, 6.684,7 krónur, og løgtingsfólk fara sostatt at fáa 53.058,39 krónur í løn.
Fyri landið verður størsta broytingin, at tann alsamt vaksandi eftirlønarbyrðan av tænastumannaeftirlønarskipanini lætnar, um eisini tingfólk fara yvir til eina vanliga eftirlønarskipan.
Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, takkaði bólkinum fyri tilmælið og fer nú at samskifta við flokkarnar á tingi um, hvussu farast skal víðari við málinum.
Tilmælið leggur upp til, at talan verður um eina broytta skipan, sum tekur við aftaná næsta løgtingsval, og sum tí ikki fær ávirkan á lønarviðurskiftini í hesum valskeiðnum.
Í arbeiðsbólkinum hava Jógvan Amonsson, Maria á Dul og Gunn Ellefsen sitið. Her handa tey løgtingsforkvinnuni álitið (Mynd: Løgting)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald