Mentan

Nakrir mánaðir millum hesar myndirnar

Teitur Skoubo tók í summar eitt val. Eitt val, sum vísti seg at vera tað besta, hann hevur tikið í sínum lívi, sigur Paradise-vinnarin

2020-03-05 19:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá Teitur Juliansson Skoubo vann Paradise Hotel í fjør, var tað ein vinnari við stórum musklum, vaskibretti og nógvum sjálvsáliti.

Eftir at upptøkutólini á marglætishotellinum í Meksiko vóru sløkt, var festglaði havnarmaðurin javnan at síggja á reyðu langmottuni og til veitslur av ymsum slag. Men tað kostaði honum vaskibrettið og annars væl vandað kroppin.

[object Object](Mynd: Teitur Skoubo / Instagram)

- Eg havi altíð raðfest venjing og kost, men eg misti fótafesti í fjør. Venjingarnar vóru skiftar út við ball fleiri ferðir um vikuna, og sunni maturin varð skiftur út við svans, skrivar Teitur Skoubo á sínum Instagram-vanga, har hann eisini hevur lagt mynd, av hvussu hann sá út í fjørsummar.

- Fyri fystu ferð í mínum vaksna lívi var eg ónøgdur við mína spegilsmynd, og tað ávirkaði sjálvsálitið. Tað kendist ikki væl, skrivar Teitur Skoubo.

- Tí lovaði eg mær sjálvum at taka meg saman, fáá skil upp á mín krop og fáa ein sunnar lívsstíl. Eg byrjaði at raðfesta venjing, minkaði um ballini og skifti svansið út við sunnan og fjølbroyttan kost, eisini tá eg hevði eitt sindur av timburmonnum.

[object Object](Mynd: Teitur Skoubo / Instagram)

Hetta vísti seg at vera eitt gott val hjá 24 ára gamla havnarmanninum.

- Uttan iva tað besta valið eg havi tikið í mínum lívi, skrivar Teitur Juliansson Skoubo á Instagram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder