2023-12-28 07:42
Løgreglan fekk nakrar fráboðanir um skaðar í sambandi við nógva vindin, sum var í gjárkvøldið og í nátt.
Tað var serliga í Havn og í Sandoy, at fleiri fráboðanir um at takplátur høvdu rivið seg leysar komu.
Eisini í Klaksvík var ein fráboðan um ein húsaklædning, ið var loysnaður.
Í øllum førum vóru boðini send víðari til tilbúgvingarnar á staðnum, sum tóku sær av málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald