Uttanlands

Naleraq ikki longur við í stjórnarsamráðingunum

Hinir flokkarnar halda fram við fundarvirkseminum um at skipa nýggja landsstýrissamgongu

Pelle Broberg, formaður í Naleraq, avmyndaður á valkvøldinum (Mynd: EPA)

Pelle Broberg, formaður í Naleraq, avmyndaður á valkvøldinum (Mynd: EPA)

2025-03-25 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Formaðurin fyri Demokraatit, Jens Frederik Nielsen, boðaði í gjár frá, at flokkurin Naleraq ikki longur er partur í samráðingunum um at skipa landsstýrissamgongu saman við Demokraatit.

- Tað hevur alla tíðina verið okkara ætlan at skipa eina breiða samgongu, tí eg meti, at tað er rættast í núverandi støðu, skrivaði Jens-Frederik Nielsen í eini fráboðan í gjár.

Men hann staðfesti eisini, at møguleikarnir fyri breiðari samgongu ikki longur eru til staðar.

- Tað hevur víst set at vera trupult at fáa Naleraq við, sigur vinnarin av valinum, sambært KNR.

Tað er spurningurin um sjálvstýrisgongdina, sum er orsøkin til ósemjuna.

- Vit vóru samd við Naleraq á fleiri økjum, men tað bær ikki til at finna eina loysn viðvíkjandi spurninginum um at seta grein 21 í Sjálvstýrislógini í verk, skrivar formaðurin í Demokraatit.

Sjálvstýrismálið skilir

Hetta er ikki sama fatan, sum Naleraq hevur av samgonguslitinum, skrivar KNR.

- Okkara støða er tað sama ynskið um broytingar, sum fólkið hevur, skrivar Naleraq í einum tíðindaskrivi.

Í byrjanini av samráðingunum var ósemja um fleiri mál, eitt nú um broytingar í fiskivinnulógváguni, avtøku av tvungnari pensjón og fleiri øðrum.

Fyri at fáa glið í samráðingarnar hevði Naleraq enntá góðtikið støðuna hjá demokratunum viðvíkjandi sjálvstøðu.

- Demokraatit ynskti ikki at viðgera spurningin um sjálvstøðu, og tí var Naleraq rendur á dyr, segði formaðurin í Naleraq, Pele Broberg í samrøðu við kringvarpið KNR.

Demokraatit vildi ikki standa við síni vallyfti og tveitti Naleraq úr samráðingunum, skrivar flokkurin í tíðindaskrivinum.

Samráðingarnar millum hinar grønlendsku flokkarnar um skipan av landsstýri halda fram.

Naleraq fekk næstflestar atkvøður á grønlendska valinum eftir Demokraatit. Fólkatingslimurin, Aki-Matilde Høegh-Dam, vald fyri Siumut, fekk flestar atkvøður á listanum hjá Naleraq. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder