Mentan

Nám er á úrvalslista til stóra evropeiska virðisløn

Dómsnevndin hjá BELMA, Best European Learning Materials Award, hevur mett nýggju skúlabókina í føroyskum til 9. flokk, Dropar 9, at vera millum bestu skúlabøkur í Evropa.

2026-08-28 15:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár er Nám við í kappingini um at hava givið út besta undirvísingartilfar í Evropa.

Dómsnevndin hjá BELMA, Best European Learning Materials Award, hevur mett nýggju skúlabókina í føroyskum til 9. flokk, Dropar 9, at vera millum bestu skúlabøkur í Evropa, og tí er útgávan komin á úrvalslistan til virðislønina.

Nám, sum ger undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið, hevur vunnið BELMA virðislønina fimm ferðir. Fyrstu ferð var í 2020.

Vinnarar av BELMA 2026 verða kosnir á bókamessuni í Frankfurt í oktober. Tá fæst at vita, um Nám enn einaferð kemur aftur til Føroyar við virðisløn fyri at hava gjørt lærubók, sum telist millum tær bestu í Evropa.

– Á Námi fegnast vit um heiðurin at vera kosin av eini óheftari dómsnevnd av serfrøðingum at koma á úrvalslistan til BELMA kappingina. Hetta er í sjálvum sær ein stór viðurkenning til rithøvundar, ritstjóra, myndprýðarar, grafikara, fylgibólk, rættlesara og onnur, sum hava verið við í arbeiðinum, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Námi.

Dropar 9 er triðja og seinasta bókin í nýggju útgávurøðini í føroyskum til 7. til 9. flokk. Tær báðar fyrru bøkurnar hava vunnið BELMA. Í 2024 vann Dropar 7 gull, og í fjør vann Dropar 8 silvur. Annelisa Rasmussen og Lív I. Magnussen hava skrivað allar tríggjar bøkurnar í Dropar røðini til 7. – 9. flokk.

Í BELMA dómsnevndini sita altjóða serfrøðingar innan útbúgving, frálærufrøði og lærumiðlar. Tey hava ábyrgdina av at meta um og velja mest einastandandi, nýskapandi og dygdargóða lærutilfar í Evropa.

EEPG, felagið fyri europeisk undirvísingarforløg, skipar fyri BELMA saman við IARTEM, ið er altjóða felag fyri gransking av lærubókum og undirvísingarmiðlum, og saman við bókamessuni í Frankfurt.

Nám


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder