Fríggjakvøldið 27. september skipa lesandi á Fróðskaparsetur Føroya námsvísindadeilini, fyri serligum ungdómstiltakið, har endamálið er at bjóða ungdóminum til eitt tiltak, har tónleikur, hugni, fjas, prát og talkshow eru partur av kvøldið, har tey ungu hittast og eru saman, og at tiltakið ella tónleikurin er rúsurin og ikki rúsevnir.
Hetta boða fyriskipararnir frá. Tey námsfrøðilesandi visa á, at í summar var tað frammi, at nógv heilt ung fólk rúsaðu seg í samband við ymsu festivarlarnar. Við hesum tiltakinum vilja tey bjóða ungdóminum til eitt tiltak, har tey minnast hvat fór fram, og har tey kunnu skapa vinarlag og stuttleika sær.
Tiltakið verður í café'ini á Frælsinum, har ein pallur er gjørdur í samband við tiltaki. Á pallinum koma bólkurin Fahrenheit og fløguaktuelli Anton Liljedahl at framfaøra við bólki. Tiltakið byrjar kl 19.00 og heldur á til umleið 01.00. Rúsfrí Ung í kantununi á Læraraskúlanum er ætlað til ung í aldrinum 13-18.
Innanlands
Námsfrøðilesandi skipa fyri rúsfríum tiltaki fríggjakvøldið
Fyriskipararnir boða frá, at endamálið við tiltakinum er at bjóða ungdóminum til eitt tiltak, har júst tiltakið og tónleikurin er rúsurin - ikki rúsdrekka ella onnur rúsandi evni
Tiltakið veðrur í hølunum á Frælsinum
2019-09-25 10:53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald