Innanlands

Námsfrøðiliga virksemið á dagstovnaøkinum skal styrkjast

Í hesum sambandi hevur Tórshavnar kommuna sett ein arbeiðsbólk, ið nú er farin til verka

Arbeiðsbólkurin skal lata politisku skipanini ítøkilig uppskot til at styrkja námsfrøðiliga virksemið (Mynd: torshavn.fo)

Arbeiðsbólkurin skal lata politisku skipanini ítøkilig uppskot til at styrkja námsfrøðiliga virksemið (Mynd: torshavn.fo)

2021-05-20 19:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeiðsbólkurin, sum mentamálanevndin í Tórshavnar býráð hevur sett at eftirmeta dagstovnaøkið, er nú farin til verka.

- Arbeiðsbólkurin skal millum annað gera tilmæli um, hvussu námsfrøðiliga arbeiðið á dagstovnaøkinum kann styrkjast og uppraðfestast eitt nú við betri normering. Partur av eftirmetingini er eisini heimildar- og uppgávubýtið millum stovnarnar, eindirnar og deildina, harumframt námsfrøðiligu tilboðini til børn við serligum tørvi. BARN-skipanin og upptøkureglugerðin skal eisini endurskoðast.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari

Í arbeiðsbólkinum eru: Anna Dalsgaard, dagstovnaleiðari, Súsanna í Gong, námsfrøðingur, Anni Kyster, hjálparfólk, Beinta Dalbø, deildarleiðari, Jóan Petur Hentze, trivnaðartjóri, og Maika L. Samuelsen, sum áður hevur starvast á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu.

Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, setti í dag arbeiðið í gongd. Hann fegnast um góða viljan í býráðnum at uppraðfesta námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum, og at arbeiðsbólkurin nú fer at lata politisku skipanini ítøkilig uppskot til at styrkja námsfrøðiliga virksemið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder