
Í komandi viku, hósdagin 24. apríl, verður eitt alment tiltak í auluni á Frælsinum.
Á skránni verða fyrilestrar um nútíðar føroyska gransking innan námsfrøði og skúlaskap og eitt pallborðskjak, ið fer at taka støði í spurninginum: Hvussu fáa vit fleiri fólk við námsfrøðiligari útbúgving?
Tiltakið er frá kl. 13-16, og tað er ókeypis og opið fyri almenninginum.
Skráin fyri tiltakið:
13.00-13.05
Vælkomin á Námsvísindaligan granskingardag, Ingi Heinesen Højsted.
13.05-14.00
Minority voices and contact spaces in school education, Kalpana Vijayavarathan-R.
Hvussu gerast vit vatnvon?, Helgi Winther Olsen.
Barnsins stovnslív 5 til 8 ár og stovnsskiftini tey fara ígjøgnum í Føroyum, Sonja Olsen.
14.00-14.10
Steðgur
14.10-14.45
At navigera í spenningum millum eina kompensatoriska og eina inkluderandi fatan av samanhanginum millum almenna námsfrøði og námsfrøði: Støðan í Føroyum, Frida Poulsen.
Hví skulu vit eftirútbúgva lærarar? - Og hvussu verður eftirútbúgvingartilboðið skipað á Námsvísindadeildini komandi árini?, Hans Harryson.
14.45-15.00
Kaffi og afturvið
15.00-16.00
Pallborðskjak - Hvussu fáa vit fleiri fólk við námsfrøðiligari útbúgving?
Luttakarar: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna - og útbúgvingarmálum, Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, Edvard Heen, stjóri fyri Almannaverkið, Hans á Lag, nevndarlimur í Hjálparfólkafelagnum, umboð frá Kommunufelagnum og Sonja Olsen, Ph.d.-vísindastarvsfólk á Námsvísindadeildini.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald