Uttanlands

Nancy Pelosi afturvald

Við 216 atkvøðum móti 209 varð 80 ára gamla Nancy Pelosi í gjár afturvald sum forkvinna fyri amerikanska Umboðsmannatingið

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-01-04 07:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnukvøldið, tá nývalda Kongressin á fyrsta sinni kom saman, varð demokraturin Nancy Pelosi afturvald sum forkvinna fyri Umboðsmannatingið í Washington.

Nancy Pelosi fekk 216 atkvøður, meðan republikanska upboðið Kevin McCarthy fekk 209 atkvøður.

At 80 ára gamla Nancy Pelosi, sum hevur verið leiðari fyri demokratarnar í Umboðsmannatinginum í 17 ár, fór at verða afturvald er ikki óvæntað, men meiriluti hennara var nakað minni enn væntað. Hetta kann verða ein ábending um, at tað gerst truplari hjá demokratunum at fáa politikk ígjøgnum, skrivar Ritzau.

Á valinum í november mistu demokratarnir 11 sessir í Umboðsmannatinginum. Demokrararnir hava tó enn meirilutan – 222 sessir, meðan republikanski flokkurin hevur 211 sessir, eftir at Luke Letlow úr Louisiana doyði við covid-19 29. desember. Eisini manglar mann enn at finna ein vinnara í einari sýslu í statinum New York.

Allir demokratar uttan fimm atkvøddu fyri Nancy Pelosi í gjár. Trý atkvøddu blankt, og tvey onnur atkvøddu fyri antin demokratin Tammy Duckworth ella Hakeem Jeffries.

Í Senatinum er enn ikki greitt, hvør fer at sita við meirilutanum.

Týsdagin skal staturin Georgia halda sítt næsta valumfar fyri at finna síni umboð í Senatinum. Um tað eydnast demokratunum at forða teir republikanarar, sum í løtuni umboða Georgia, í at verða afturvaldir, fer hvør flokkur at hava 50 pláss í Senatinum. Um tað hendir, er tað varaforsetin, sum eftir 20. januar verður Kamala Harris, sum hevur avgerandi atkvøðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder