Nancy Pelosi, forkvinna í amerikanska Umboðsmannatinginum, hevur hetta vikuskiftið hitt ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv.
Tað váttar hon sjálv á Twitter.
Our Congressional Delegation was honored to meet with @ZelenskyyUa in Kyiv to salute his leadership and courage, to commend the Ukrainian people for their outstanding defense of Democracy and to say that we are with you until victory is won. pic.twitter.com/zkc588Qcrv
— Nancy Pelosi (@SpeakerPelosi) May 1, 2022
Hósdagin kom amerikanski forsetin, Joe Biden við uppskoti um at lata Ukraina meira stuðul, og tað er nakað, sum tey arbeiða við at gera til veruleika, segði Nancy Pelosi við Zelenskyj.
Volodymyr Zelenskyj hevur eisini váttað vitjanina á Twitter. Hann hevur lagt eitt videobrot út, har mann m.a. sær, meðan hann og Nancy Pelosi taka í hondina á hvørjum øðrum.
Nancy Pelosi er ikki fyrsti toppolitikarin at vitja Kyiv, síðan kríggið í Ukraina byrjaði. Í farnu viku fingu Zelenskyj og embætisfólk hansara vitjan av Antony Blinken og Lloyd Austin, amerikanskir ráðharrar í ávikavíst uttanríkismálum og verjumálum.
Nancy Pelosi skal, sambært Ritzau, víðari til Póllands, har hon skal hitta Andrzej Duda, forseta í Póllandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald