Uttanlands

Nancy Pelosi lend í Taivan

Forkvinnan í amerikanska umboðsmannatinginum á umstríddari vitjan í Taivan. Hon lendi fyri góðum tíma síðani hóast hóttanir úr Kina

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-08-02 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast hóttanir úr Kina, sum hevur rópt eina amerikanska vitjan í Taivan fyri eina gerð sum vil hótta friðin og støðufesti í Taivanssundinum, so lendi forkvinnan í amerikanska umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, í Taipei fyri løtu síðani.

Eisini hava kinesarar sagt at hetta fer at undirgrava sambandið millum USA og KIna og hava álvarsligar avleiðingar. 

Taivan liggur 150 kilometrar frá landsynnings Kina og 23 milliónir búgva á oynni.

Kina viðurkennir ikki Taivan sum sjálvstøðugt land. Kinesarar met Taivan sum útbrótarland og vænta, at tað aftur fer at hoyra undir Kina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder