Paul Pelosi, maður Nancy Pelosi, demokratiska forkvinnan í amerikanska Umboðsmannatinginum hevur tað eftir umstøðunum gott, eftir at hann varð álopin við einum hamara fríggjadagin.
Men familjan er skelkað, sigur 82 ára gamla Nancy Pelosi.
Í gjár segði hon m.a. soleiðis í fráboðan, sum Ritzau endurgevur:
– Gjáramorgunin breyt ein harðligur maður inn í heimið hjá familju okkara, kravdi at síggja meg og leyp á mann mín, Paul. Okkara børn, barnabørn og eg eri skelkað av hesum lívshóttandi álopinum.
Tað var fríggjanáttina, at 82 ára gamli Paul Pelosi varð álopin í heimi sínum í San Francisco í statinum Kalifornia.
Keldur siga við amerikanskar miðlar, at 42 ára gamli maðurin rópti eftir Nancy Pelosi, sum ikki var heima. Hann leyp síðani á mannin við einum hamara, og er hann skuldsettur fyri m.a. drápsroynd.
Paul Pelosi mátti skurðviðgerast fyri skallabrot, og vænta tey á sjúkrahúsinum, at hann fer at koma heilt fyri seg aftur.
Løgreglan kannar, um motivið handan álopið var politiskt, og ávara tey um øktan vanda fyri politiskum harðskapi, nú miðskeiðisvalið í USA nærkast. Tað verður 8. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald