Amerikanska rúmdarstýrið Nasa hevur mist sambandið við rúmdarkanningarfarðið Voyager 2, sum er statt áleið 19 milliardir kilometrar frá jørðini.
Nasa misti sambandið fyri knappari viku síðan, tá starvsfólk av misgáum komu til at senda eini skeiv boð út til farið. Skeivu boðini førdu við sær, at farið vendi antennuna burtur frá jørðini.
Nasa gavst í gjár við royndini at fáa samband við Voyager umvegis risastóru parabolantennuna í Canberra í Avstralia.
Nú verður roknað við, at sambandi kanska fæst aftur í oktober mánaði, tá útgerðin á Voyager 2 automatisk verður nullstillað, skrivar AP tíðindastovan.
Voyager 2 sendi hesa myndina til jørðina í 1979. Hon er av Jupiter við mánanum Io í forgrundini (Mynd: Wikipedia)
Voyager 2 hevur í skjótt 45 ár verðir á ferð út móti uttastu gongustjørnunum í okkara sólarskipan. Hon varð send avstað 20. august 1977 av Cape Canaveral í Florida.
Í 1979 kom Voyager 2 út til Jupiter, og er síðan farin framvið Saturn Uranus og Neptun. Onki far, sent frá jørðini, hevur fyrr verið so langt úti. Í 2018 kom hon út í sokallað interstellart rúm, sum er økið, ið finst ímillum sólarskipanir.
Roknað hevur verið við, at Voyager 2 fór at kunna senda upplýsingar aftur til Jørðina fram til 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald