Uttanlands

NASA sendir kanningarfar til Mars

Mars-rovarin Perserverance verður eftir ætlan sendur klokkan 12.50 í dag úr Florida

Rúmdarfarið Perseverance verður í dag sent móti Mars. (Mynd: EPA)

Rúmdarfarið Perseverance verður í dag sent móti Mars. (Mynd: EPA)

2020-07-30 12:42 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Klokkan 12.50 føroyska tíð í dag sendir NASA eina rakett við einum sokallaðum rovara, ið er eitt kanningarakfar, til gongustjórnina Mars.

Eftir ætlan skuldi sendiferðin byrja 17. Juli, men tekniskir trupulleikar gjørdu, at uppsendingin varð útsett.

Rakettin verður send upp frá Cape Canaveral í Florida.

Eftir ætlan skal rovarin lenda í Mars í februar 2021.

Endamálið við ferðini er millum annað, at leita eftir møguleikanum fyri lív á Mars. Rovarin skal finna og eyðmerkja umstøður har smáveru lív kann vera til.

Hetta er triðju ferð innan ein mánað, at ein rakett verður send móti Mars. Bæði Kina og Sameindu Arabisku Emiratini hava fyrr í mánaðinum sent eina rakett við kanningarfari móti Mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder