2021-02-23 21:32

Nasa hevur kunngjørt video frá upptøkutólum á serstaka mars-bilinum Perseverance og lendingartólinum, og nú sæst hvussu hugtakandi lendingin á Mars síðsta hósdag gekk fyri seg.
Upptøkan byrjar 230 sekund eftir, at Perseverance byrjaði sína ferð niður gjøgnum atmosferuna á Mars, og endar við sjálvari lendingini. Sí omanfyri.
Umframt hetta hevur Nasa eisini lagt ljóðupptøkur á netið, so vit her á Jørðini hoyra, hvussu tað ljóðar á Mars. Og burtursæð frá eitt sindur av vindi, er einki at hoyra á upptøkunum. Hesar upptøkur hoyrast niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald