2022-04-30 14:11
Apríl hevur verið tann ringasti mánaðurin fyri amerikanska vísitalið – partabrævaindeksið – Nasdaq, síðan alheimsfíggjarkreppan í 2008.
Tað skrivar DR, ið vísir til grein hjá blaðnum Financial Times.
Tøknidomineraða vísitalið hevði eina afturgongd á 13,3 prosent, ið er tað mesta síðan oktober í 2008.
Grundgevingin fyri hetta er m.a., at íleggjarar stúra fyri vaksandi rentum og minkandi búskaparvøkstri.
Ein onnur orsøk er skuffandi roknskapurin hjá tøknirisunum Amazon, Apple og Netflix, sum varð kunngjørdur herfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald