Hanna Jensen, franskur konsul í Føroyum og fyrrverandi mentamálaráðharri, hugleiddi um komandi fyrsta Holocaust-dagin í Føroyum, tá hon í gjárkvøldi hevði nakrar innleiðandi hugleiðingar undan sýningini av filminum ”JoJo Rabbit”, sum Filmsfelagið sýndi í Havnar Bio.
Røðan hjá Honnu Jensen kann lesast á blogginum hjá Birgiri Kruse.
”JoJo Rabbit” hjá Taika Waititi er ein af filmunum, sum júst eru kunngjørdir sum tilnevndur fleiri Oscar-virðislønir, millum annað fyri at vera besti filmur.
Og filmurin verður eisini nógv róstur, eitt nú eftir frumsýningina í Danmark í gjárkvøldið. Danmarks Radio gevur filminum fimm av seks stjørnum og Jyllands-Posten gevur filminum fýra av seks.
Les eisini: Joker tilnevndur 11 Oscar virðislønir
Hanna Jensen, t.h., var í biograf í gjárkvøldið saman við Herminia Daeden, sum er attaché fyri franskt mál á Institut Français í Keypmannahavn (Mynd: Birgir Kruse)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald