Tann liberala Natasa Pirc-Musar verður fyrsti kvinnuligi forsetin í Slovenia.
Tað er greitt, eftir at hon í gjár vann annað valumfarið á forsetavalinum í Slovenia. Hon hevði tryggjað sær 54 prosent av aktøðunum, meðan konservativi mótstøðumaður hennara, Andze Logar fekk 46 prosent.
Forsetaembætið er mest ein siðbundin leiklutur, men formliga kemur Pirc-Musar at vera leiðari hjá herinum í Slovenia.
54 ára gamla Pirc-Musar er útbúgving løgfrøðingur, og hevur hon m.a. umboðað Melaniu Trump, ið er gift við fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump. Kona Trump er eisini úr Slovenia.
Umframt hetta hevur Pirc-Musar eisini royndir sum sjónvarpsvertur.
Komandi forsetin lovar, sambært Ritzau, at hon fer at virka fyri mannarættindi og fólkaræði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald