Mentan

Nathan Carter hevði áhoyrarnar í sínum valdi

- Tað hevur ikki fyrr verið so góður stemningur framman fyri stóra pallin á countryfestivalinum. Ongantíð

Nathan Carter (Mynd Jens Kr. Vang)

Nathan Carter (Mynd Jens Kr. Vang)

2024-06-09 12:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Var fríggjakvøldið á countryfestivalinum í Sørvági væleydnað, so var leygarkvøldið tað ikki minni.

Og ein stóran part av æruni fyri tí, átti ein ungur íri úr Liverpool og hansara tónleikarar, sum vóru høvuðsnavnið í gjárkvøldið.

Nathan Carter hevði eina fantastiska konsert á Dungapallinum í Sørvági. Hóast tað mesta av fjøldini helst ikki kendi so nógvar av sangunum, so megnaði hesin sjarmerandi unglingin at fáa øll við upp á tað.

Ein hjartanemandi konsert, pofessionell út í odd og egg, og tað var ikki eitt einasta menniskja á nýasfalteraða Dungasandi hetta kvøldið, sum flutti seg frá palløkinum eftir lokna konsert, uttan at hava eitt smíl á varrunum – tað vóru nógv klemm givin og móttikin hetta kvøldið til og frá bæði kendum og minni kendum medmenniskjum.

Nathan hevði áhoyrarar í sínum valdi – síni hulu hond, sum danir siga – og helt teimum frá byrjan av, tá hann bað øll leggja fyrst høgra, síðan vinstra arm um sín síðumann og/ella -kvinnu, og til hann hevði spælt tað seinasta eykanummarið.

[object Object]

Stemningurin so góður sum ongantíð fyrr

Tað hevur ikki fyrr verið so góður stemningur framman fyri stóra pallin á countryfestivalinum síðan hann byrjaði. Ongantíð.

Hiðani skal ljóða: Vónandi var okkurt umboð fyri Summarfestivalin í Klaksvík til staðar í Sørvági í gjár. Hesin írin má fáa høvi koma aftur til Føroyar, og helst á einum uppaftur størri palli, so at enn fleiri fólk eisini fáa gleðina av at uppliva henda frálíka undirhaldaran og hansara framúr góða orkestur. Come On Summarfestivalurin

Tónleikaskráin hjá Nathan Carter var ein undirhaldandi samling av sjálvskrivaðum sangum, siðbundnum írskum fólkaløgum og so kryddað við eitt sindur av góðum country eisini, framføra á teirra serliga írska hátt við harmoniku, fiól (hann var einans júst fyltur 18) saksofon og floytu tá tørvur var á tí, umframt guittara, bassi og trummum.

Móti endanum leyp írin út í eina sirpu við popp/rokk løgum. Vit hoyrdu Queen (Don’t stop Me Now), Abba (Does Your Mother Know), Robbie Williams (Let me Entertain You) og Walk the Moon (Shut up and Dance). Tað er í hvussu so er ongantíð hoyrt fyrr á countryfestivalinum.

Fleiri myndir frá leygarkvøldinum her

Eru teir vorðnir ov stórir til countryfestivalin?

Góða huglagið frá Nathan Carter setti eisini sín dám á restina av kvøldinum. Blátt gras fekk heiðurin at koma aftan á Nathan Carter, tað var á tí minna pallinum, og her var stemningurin frálíkur.

[object Object]

Eftir tað var Tinganest á skránni sum síðsta navn á Dungapalli. Og sigast má, at Tinganest hava ongantíð veri størri og betri umtóktir enn tað sama.

Lagið og hugurin at syngja við hevur altíð verið góður, tá teir hava upptraðka á countryfestivalinum. Men nú ber av. Tinganest eru næstan vorðnir ov stórir til countryfestivalin.

Fólkið sang við – tóku undir við næstan hvørjum orði – alla konsertina á tamb. Tað má vera stuttligt hjá hesum einaferð forfjónaðu tónleikarunum at uppliva slíkt – nær sagt – á gamalsaldrinum.

Dungasandur var stúvstappaður hesa magisku løtuna. Lagið var so gott, at ælini, sum komu strúkandi inn eftir vágni við jøvnum millumbilum, ikki megnaðu at køva stemningin.

Festivalurin endaði við væl trimmaða dansibandinum, Sommerson Band, á Stakkapalli. Og stjørnudust var blakað yvir ta konsertina, tá Nathan Carter kom upp á pallin og sang “Pub Crawl” saman við Sommerson Band.

Hallur saman við Lailu, men uttan steel

Men leygardagurin á festivalurin bjóðaði eisini upp á fleiri góð upplivilsir. Hallur Joensen var á pallinum klokkan 20, og hóast hann ikki hevur stórvegis nýtt at bjóða, so megnar Hallur við sínum jaliga lyndi altíð at skapa góðan stemning. Orkestrið var tað sama, sum kvøldið fyri spældi undir hjá James Carothers, avleveraði vøruna professionelt og uttan at nakar fingur kundi setast á nakað.

[object Object]

Eftirsum hvørki Kristina Bærendsen ella Jessika dóttir Hall vóru í Sørvági hesaferð, kom Laila Carlsen at syngja kvinnurøddirnar á onkrum av sangunum, og tað kláraði hon væl.

Tað einasta, sum var at fýlast á við konsertunum við Halli var, at ongin steelguittari var við á pallinum. Jákup Zachariassen er ikki heima, og hann var stórliga saknaður hesaferð.

[object Object]Magni Christiansen

[object Object]Blátt Gras

[object Object]Strámenn

[object Object]Tórfríð Tavsen

Tórfríð í stórformi

Magni Christiansen fekk heiðurin at hita upp fyri Nathan Carter, tað var á tí minna pallinum, og her var stemningurin, og serliga dansihugurin eisini alstórur. Magni gav eina væl upplagda koncert við sínum dugnaligum tónleikarum.

Eitt óvæntað jaligt upplivilsi á countryfestivalinum í ár var at hoyra framførsluna hjá Tórfríð Tavsen, sum sang saman við Ólavi á Váli og einum væl leikandi orkestri.

Tórfríð hevur format sum sangari. Ja, framførslan á Stakkapalli tíðliga í gjárkvøldið var á einum støði, at tað er nærvið, at Tórfríð er farin at geva áðurnevndu Kristinu Bærendsen kapping á kvinnuligu trónuni á føroyska countrypallinum.

Framførsla hennara var orkumikil, har var girl power, og tað sást at hon, serliga við sínum Dollie, Olivia og Shania-sangum, hevði takið á í hvussu so er tí kvinnuliga partinum av áhoyraunum á Stakka hesa løtuna. 

(Tekstur rættaður/broyttur kl. 13.25)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder