Innanlands

National Geographic Explorer á Miðvági

Ferðamannaskipið stevndi mikumorgunin inn á Miðvág við 115 ferðafólkum, sum síðani fóru yviskar útferðir í Vágum

Jóanis Albert Nielsen, formaður í Vinnu- og havnanevndini og Bjarni Prior, borgarstjóri (Mynd: Ólavur Frederiksen / FaroePhoto)

Jóanis Albert Nielsen, formaður í Vinnu- og havnanevndini og Bjarni Prior, borgarstjóri (Mynd: Ólavur Frederiksen / FaroePhoto)

2022-07-07 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikumorgunin klokkan sjey stevndi ferðamannaskipið National Geographic Explorer inn á Miðvág.

Umborð vóru 115 ferðafólk, og fóru tey ymiskar útferðir runt um í Vágum, millum annað við báti út til Drangarnar og gongutúr út í Trælanípu. Tað var MB Tours, sum, í góðum samstarvi við Giljanes bussar og aðrar lokalar veitarar í Vágum, skipaðu fyri útferðunum, skrivar Vága kommuna í tíðindaskrivi.

National Geographic Explorer er eitt fyrstafloks rannsóknarskip, við pláss fyri 148 ferðafólkum í 81 kahúttum, umframt manning.

Vága kommuna skrivar, at hon saman við menningarstovuni Visit Vágar, er farin í gongd við arbeiðið at menna vinnuferðavinnu, og hugt verður somuleiðis eftir møguleikanum at gera okkum galdandi fyri smærri ferðamannaskip av hesum slagnum.

– Hesi skip hava ikki nógv ferðafólk, men tey hava sum oftast tað til felags, at tey hava sama áhuga fyri t.d. søgu, landafrøði ella okkurt heilt triðja, og ynskja útferðir sniðgivnar við teirra áhuga fyri eyga. Og her hava vit nógv ymiskt at bjóða, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sum saman við Jóanis Albert Nielsen, formanni í Vinnu- og havnanevndini, tóku ímóti National Geographic Explorer tíðliga mikumorgunin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder