Innanlands

National Geographic Explorer vitjaði Tvøroyri

Forkunnugi gesturin varð liggjandi til á miðnátt, áðrenn hildið varð til havs aftur

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2022-07-05 07:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár hevði Tvøroyri vitjan av enn einum ferðamannaskipi. Beint áðrenn middag legði skipið National Geographic Explorer at Tvørakei og við vóru umleið 120 ferðafólk, har meginparturin er úr USA. 

4. juli er tjóðardagur í USA og í tí sambandi varð amerikanska flaggið eisini vundið á stong á havnarlagnum.

Sambært heimasíðuni hjá reiðarínum, er skipið eitt fyrsta floks rannsóknarskip í ís-klassanum og pláss er fyri 148 ferðandi í 81 kømrum. 

Skipið er bygt í 1982 og er heimahoyrandi í Nassau. Longdin er 112 metrar og breiddin 16,5 metrar.

Forkunnugi gesturin varð liggjandi til á miðnátt, áðrenn hildið varð til havs aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder