Uttanlands

Nato-flaggið í húnar hátt í Stockholm

Talan er um ein søguligan dag í Svøríki, segði Carl Gustav kongur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-03-18 10:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir tvey ára bíðitíð, varð Nato-flaggið í dag vundið í húnar hátt framman fyri Ríkisdegnum í Stockholm

Carl Gustaf kongur var við til hátíðarhaldið, har hann millum annað vísti á søguliga týdningin fyri limaskapin.

- Hetta er eitt nýtt petti í svenskari søgu, sum í dag verður skrivað. Hernaðarliga samgongufrælsið, sum Karl XIV Johan kongur grundlegði er nú lagt aftur um okkum, segði Carl Gustav kongur millum annað.

Við limaskapinum verður punktum skrivað í einum søguligum tíðarskeiði á 200 ár við hernaðarligum samgongufrælsi. Kongur legði tó dent á, at friður framvegis er fremsta ynskið hjá Svøríki.

Eisini svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, og svenski tjóðartingsformaðurin, Anders Norlén, hildu røðu á hátíðarhaldinum í dag. 

[object Object]
Carl Gustav kongur (Mynd: EPA)

[object Object]
Ulf Kristersson, forsætisráðharri (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder