Uttanlands

Nato-limaskap afturfyri Donbas?

Amerikanarar hava spurt, um ukrainar eru sinnaðir at lata Donbas frá sær afturfyri Nato-limskap, sigur ukrainski forsetin.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Paul Faith/AFP/Ritzau Scanpix)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Paul Faith/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-14 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Undir samráðingunum um kríggið í Ukraina, hava amerikanarar spurt, um ukrainar eru sinnaðir at lata frá sær Donbas-økið, um landið afturfyri verður partur av verjusamgonguni Nato, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Hetta er fyrstu ferð, at slíkur spurningur er reistur, sigur Zelenskyj, sum leggur afturat, at Ukraina hevur umrøtt ítøkiliga verjutrygd frá Nato og ES.

Tað er ógreitt, nær USA hevur reist spurningin um Donbas, men herfyri hava bæði verið samráðingar í Abu Dhabi og í Evropa, skrivar Ritzau.

Ukraina hevur áður noktað at geva frá sær landaøki í sambandi við eina møguliga friðaravtalu við Russland, og undir Donald Trump forseta hevur USA higartil víst aftur at stuðla ukrainskum Nato-limaskapi.

Donbas er øki í Eysturukraina, sum fevnir um landslutirnir Donetsk og Luhansk. Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur áður sagt, at Russland fer at yvirtaka økið, annaðhvørt við hernaðarligari megi, ella við at Ukraina sjálvt tekur herdeildir sínar úr økinum.

Undan russisku innrásini í Ukraina í februar 2022, vildi russiski forsetin vera við, at Ukraina framdi fólkadráp móti russiska minnilutanum í Donbas, og varð hetta m.a. brúkt sum grundgeving fyri at fremja innrásina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder