Uttanlands

Nato-limaskapur: Svøríki bíðar eftir Ungarn

Tjóðartingið verður ikki kalla inn bara fyri at avgreiða svenska Nato-limaskapin. So stóran skund hevur málið ikki, sigur tingformaðurin

Viktor Urbán, forsætisráðharri í Ungarn (Mynd: EPA)

Viktor Urbán, forsætisráðharri í Ungarn (Mynd: EPA)

2024-01-25 12:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Formaðurin fyri ungverska tjóðartingið er ikki sinnaður at kalla inn tey fólkavaldu úr teirra vetrarferiu fyri at atkvøða um umsóknina hjá Svøríki um Nato-limaskap.

Talan er ikki um eitt skundmál, segði tingformaðurin, László Kövér, í dag sambært tíðindastovunum TT og Reuters.

Tjóðartingið hevur frí fram til 26. februar. Andstøðan hevur biðið um, at tingið verður innkallað, men tað fer ikki at henda, sigur Kövér.

Hann vísir á, at Ungarn stuðlar svenska ynskinum um limaskap í verjusamgonguni.

Ungverski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, skrivaði í gjár á X, at staðfestingin fer at henda “skjótast gjørligt”.

Hann skrivaði eisini, at hann hevur sent eitt bræv til svenska starvsbróður sín, Ulf Kristersson, har hann verður bjóðaður til Ungarn “fyri at samráðast um svensku atgongdina til Nato”.

Kövér hevur at Svøríki fyri at hava uppført seg hástórt mótvegis Ungarn, skrivar TT. Eitt nú hevur Svøríki funnist at Ungarn fyri vantandi fólkaræði.

- Tey skulu ikki vísa, at tey eru líkasæl um okkum, sigur Kövér, sum var við til at stovna stjórnarflokkin, Fidesz, saman við Orbán.

Svøríki hevur enn ikki svarað brævinum, sigur svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billström.

- Vit venda til rætta tíð aftur við einum hóskandi svari til brævið, sum Orbán hevur skrivað í góðum tóna, sigur Billström.

Hann minnir á, at Ungarn fyrr hevur lovað bæði Svøríki og sínum Nato-sameindu, at Ungarn ikki verður tað seinasta landið, sum fer at góðkenna svenskan limaskap.

Týsdagin atkvøddi turkiska tjóðartingið fyri svenskum Nato-limaskapi. Frá turkiskari síðu vantar nú einans ein undirskrift frá landsins forseta, Recep Tayyip Erdogan, áðrenn viðkomandi skjal kann sendast víðari til amerikanska uttanríkisráðið.

- Harvið er turkiska viðgerin liðug, og so er vandi fyri at Ungarn verður seinast, staðfestir Billström sambært TT.

Øll 30 limalondini í Nato skulu góðkenna ein møguligan svenskan limaskap. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder