Uttanlands

Nato og ES styrkja samstarvið

Hetta er triðju ferð, at ES og Nato skriva undir samstarvsavtalu

Cherles Michel, ES-forseti; Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari; og Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna á tíðindafundi í Brússell í dag (Mynd: EPA)

Cherles Michel, ES-forseti; Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari; og Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna á tíðindafundi í Brússell í dag (Mynd: EPA)

2023-01-10 16:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag skrivaðu Nato og ES fyri triðu ferð undir avtalu um at stykja samstarvið millum felagsskapirnar.

Í høvuðssætinum hjá Nato í Brússell skrivaðu Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato og Charles Michel, ES-forseti, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini undir samstarvsavtaluna.

Avtalan skal viðvirka til at tryggja arbeiðsbýtið millum felagsskapirnar, skrivar Ritzau.

– Stýrið í Moskva ynskir eitt annað Evropa. Vit mugu halda fram at styrkja samstarvið millum ES og Nato. Og at styrkja stuðulin til Ukraina, sigur Jens Stoltenberg.

ES og Nato hava skrivað undir líknandi samstarvsavtalur í 2016 og 2018, skrivar DR. Undir krígnum í Ukraina hava Nato-limalondini stuðlað við vápnum til Ukraina, meðan ES hevur veitt fíggjarligan stuðul og sett í verk revsitiltøk móti Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder