Uttanlands

Nato: Stoltenberg heldur fram til næsta heyst

Verjusamgongan ynskir ein royndan leiðara so leingi Ukraina-kreppan herjar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-07-04 10:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, boðar í dag frá, at Nato-londini eru samd um, at hann heldur fram sum aðalskrivari í hernaðarsamgonguni fram til 1. oktober 2024.

Tað skrivar hann á Twitter.


Avgerðin byggir á, at verjusamgongan ynskir at hava ein royndan leiðara, nú tað framvegis er kríggj í Ukraina heldur enn at finna ein avloysa mitt undir eini kreppu, skrivar Reuters.

Stoltenberg gjørdist Nato-aðalskrivari í 2014 og avtalan við hann er longd fleiri ferðir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder