Svøríki og Finnland hava nú latið sínar umsóknir um at gerast limir í Nato-verjusamgonguni.
Nato-sendiharrarnir hjá londunum, Axel Wernhoff úr Svøríki og Klaus Korhonen úr Finnlandi handaðu tíðliga í morgun umsóknirnar á Nato-høvuðsborgini í útjaðaranum av Brússell.
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, tók ímóti. Jens Stoltenberg hevur annars arbeitt heimanífrá hesa síðstu vikuna eftir, at hann var raktur av covid-19.
Hann heilsaði umsóknunum vælkomnum, skrivar SVT.
- Hetta er eitt søguligt stig og hetta er ein góður dagur í einum hættisligum tíðarskeiði fyri okkara trygd, segði Nato-aðalskrivarin.
Nato-limalondini skulu nú góðkenna umsóknirnar. Stóra forðingin er Turkaland, hvørs forseti í gjár gjørdi greitt, at Turkaland ikki fer at góðtaka umsóknirnar.
Les eisini: Erdogan sýtir svium og finnum Nato-limaskap
Í dag skulu uttanríkisráðharrarnir í Turkalandi og USA, teir eita ávikavist Mevlüt Cavusoglu og Antony Blinken hittast fyri at viðgera umsóknirnar.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald