Á fundinum millum Nato londini í Vilnius eru londini komin ásamt um, at Ukraina kann gerast limur í felagsskapinum, men tað verður ikki her og nú. Fyrst skal landið liva upp til ymsar treytir, og óvist er nær hetta ber á mál. Ukrainski forsetin er ónøgdur við, at londini ikki kunnu vera meira ítøkilig og fáa veruliga gongd á málið um limaskap. Sum skilst fer tað at taka væl av tíð, áðrenn ein innliman fer av bakkastokki, nú kríggj er millum Russland og Ukraina.
Í gjár gjørdi aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg greitt, at semja nú er í Nato um at geva Svøríki limaskap. Hetta hendir eftir fund við turkiska forsetan, sum loksins er gingið við til at játta svium limaskap. Tó skal turkiska tingið góðtaka limaskapin. Sum skilt er Ungarn nú eisini fyri at lata Natodyrnar upp fyri Svøriki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald