Innanlands

Náttarlívið letur kortini aftur klokkan 23

Náttarlívið hevur fingið vissu fyri, at landsstýrið fer at leggja fram uppskot um ein munagóðan hjálparpakka, verður sagt í felags fráboðan í kvøld

(Mynd: Glitnir)

(Mynd: Glitnir)

2021-12-10 22:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmaður boðaði í gjár frá, at matstovur og skinkistøð skuldu lata aftur klokkan 23. Men í gjár og í dag hava barreigarar verið frammi um, at tey ikki ætla at fylgja boðunum fyrr enn at trygd er fyri einum hjálparpakka. Einum hjálparpakka sum er betri enn seinast.

Men nú, beint yvir klokkan 22 fríggjakvøld - ein tíma áðrenn skeinkistøðini eftir tilmælinum skulu stongja - er felags fráboðan komin frá skeinkistøðunum í Havn og í Klaksvík. Latið verður aftur klokkan 23. 

Fráboðanin er soljóðandi:

Skeinkistøðini lata aftur klokkan 23 í kvøld og fara næstu tvær vikurnar at lata aftur kl. 23, soleiðis sum landsstýrið hevur mælt til. 

Hetta gera skeinkistøðini, eftir at tey hava fingið trygd frá landsstýrinum fyri, at landsstýrið eftir nýggjár fer at leggja fram uppskot fyri løgtingið um ein munagóðan hjálparpakka til vinnuna fyri, at skeinkistøðini skerja virksemið nógv hesa tíðina, sum vanliga er háárstíð hjá teimum.

Skeinkistøðini boðaðu annars frá, at tey ætlaðu sær ikki at fylgja tilmælinum, tí seinasti hjálparpakkin hjá landinum munaði millum lítið og einki. 

Skeinkistøðini hava í koronutíðini havt stongt í fleiri mánaðir og hava mist fleiri milliónir í inntøkum. Tey halda, at tey hava tikið eitt stórt tak í stríðnum ímóti koronusmittuni og vilja framhaldandi gera tað. 

Nú hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum greitt skeinkistøðunum meira ítøkiliga frá, hvat nýggi hjálparpakkin inniheldur, og skeinkistøðini eru sinnað at fylgja tilmælinum frá landsstýrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder