2021-07-04 14:31
Kypros er í løtuni hart rakt av ógvusligum náttúrueldum, og higartil hava teir kravt fýra mannalív.
Sambært Ritzau er helst talan um egyptiskar ríkisborgarar.
Náttúrueldarnir verða roknaðir sum teir ringastu í fleiri áratíggju, og Kypros hevur biðið um hjálp frá bæði ES og Ísrael.
Í løtuni er eldur í einum stórum skógarøki á uml. 50 ferkilometrar, og orsakað av nógvum vindi, spreiðir eldurin seg skjótt.
Í minsta lagi 10 býarsamfeløg eru ávirkaði av eldinum. Orsøkin til eldin, sum kyknaði leygardagin, er enn ikki greiður, men hitin í Kypros er í løtuni uppi á uml. 40 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald