Uttanlands

Náttúrueldar herja Hollywood

Yvir hundrað túsund fólk, ið búleikast nærhendis Hollywood Boulevard hava fingið boð um at rýma úr býarpartinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-01-09 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólk, sum búleikast í Hollywood í amerikanska stórbýnum Los Angeles, hava fingið boð um at sleppa sær burtur, upplýsa myndugleikarnir í býnum.

Boðini koma eftir at stórir náttúrueldar í nátt eru kyknaðir í Hollywood Hills, fáar hundrað metrar frá Hollywood Boulevard.

Hollywood Boulevard er kenda gøtan, har tiltikna Hollywood Walk of Fame er á gongubreytini, við stjørnum, sum heiðra kendum fólkum innan fyri films-, sjónvarps-, tónleika-, útvarps- og leiklistavinnuna.

- Støðan er hættislig. Øll fáa boð um at sleppa sær úr økinum í stundini. Økið er stongt fyri almennari atgongd, skrivaði sløkkiliðið í nátt, okkara tíð.

Ógvusligir náttúru- og skógareldar herja fleiri forstaðir til Los Angeles.

Fyrr í nátt segði Robert Luna, ið er sheriffur í býnum, at minst fimm fólk hava latið lív í eldinum, skrivar AFP.

Sheriffurin segði samstundis, at tað ikki er eydnast at avmarka eldinum, og at hann roknar við, at talið á deyðum fer at hækka.

Luna segði við CNN-sjónvarpsstøðina, at umleið 130.000 fólk eru biðin um at rýma úr økinum, har eldsbrunarnir herja.

Harumframt hava yvir 400.000 húsarhald mist streymin, skrivar Reuters.

Seks ymiskir eldar herja í løtuni økið kring Los Angeles, herundir forstaðirnar Eaton og Palisades.

Av somu orsøk era ætlaða handanin av Oscar virðislønum útsett í tvey samdøgur. Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur eisini avlýst eina ætlaða ferð til Italia fyri at miðsavna seg um tað, sum hendir í Los Angeles, upplýsa Hvítu Húsini í eini fráboðan tíðliga í morgun, skrivar Ritzau.

Myndirnar eru frá myndatænastuni EPA

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder