Íbúgvarnir í fýra smærri býum á sponsku frítíðaroynni Tenerife, eru fluttir burtur orsaka av umfatandi náttúrubrandi á oynni. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Eldurin, sum herjar eina tjóðarlund, uppstóð í gjárkvøldið, haðani hann breiddi seg gjøgnum eina bratta gjógv. Tað hevur gjørt tað trupult fyri sløkkiliðsfólkini at berja eldin niður, upplýsa myndugleikarnir, sum hava tikið tyrlur til hjálpar í sløkkiarbeiðinum, skrivar dr.dk.
Býirnir, haðani fólkini eru rýmd eru Arrate, Chivisaya, Media Montaña og Ajafona. Árla í morgun hevði eldsbrunin longu lagt eitt øki á 130 hektarar í oyði.
Sambært DR er ongin vandi fyri gestir hjá donskum ferðafyriskiparum. Hetta er ikki háárstíð í økinum. Tenerife er eins og hinar kanarisku oyggjarnar betri umtóktar sum ferðamál um veturin.
Hitabylgja herjar á Tenerife í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald